Innanlands

Umhvørvisstovan altjóða limaskap í IC-ENC

Við hesum limaskapi verða øll talgild sjókort hjá Umhvørvisstovuni atkomulig hjá øllum skipum, sum hava ECDIS útgerð

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson / Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson / Sverri Egholm)

2021-06-29 07:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í farnu viku gjørdist Umhvørvisstovan limur í altjóða felagsskapinum IC-ENC. IC-ENC tekur sær av at selja talgild sjókort, sokallaði ENC, Electronical Nautical Charts.

Við hesum limaskapi verða øll talgild sjókort hjá Umhvørvisstovuni atkomulig hjá øllum skipum, ið hava ECDIS útgerð, sum er skipan til talgild sjókort. Hesi sjókort vera nú gjørd á Umhvørvisstovuni, og so hvørt rættingar eru, vera tær sendar talgilt til skipini, har sjókortið sjálvvirkandi verður rætta.

IC-ENC er ein av tveimum altjóða felagsskapum sum umsita talgild sjókort, soleiðis at hesi eru tøk hjá brúkarum. Virksemið er “non profit” sum merkir, at limirnir bert gjalda eitt rakstrargjald, ið verður kravt inn av søluni. Føroyar eru IC-ENC limur nr. 46.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder