Innanlands

Týskur trolari landað í Kollafirði

Týski trolarin Mark kom á Kollafjørð í gjárkvøldið við 600 tonsum

2021-10-11 21:21 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Týski trolarin Mark kom í gjárkvøldið á Kollafjørð, har teir skuldu landa.

Talan er um ein stóran frystitrolaran, sum skuldi landa umleið 600 tons av frystum fiski til frystigoymsluna í Kollafirði. Júst hvat fyri fisk talan er um vita vit ikki.

Hetta er fyrstu ferð at hesin trolarin, sum er bygdur í 2015, er í Føroyum og landar. 

placeholder
placeholder