Innanlands

Tvey skip komin inn við makreli á Tvøroyri

Tróndur í Gøtu var fyrst og síðan Tummas T

Savnsmynd (Mynd: Reiðar Simonsen)

Savnsmynd (Mynd: Reiðar Simonsen)

2021-07-01 06:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini Tróndur í Gøtu og Tummas T komu í gjár á Tvøroyri, har tey skulu landa.

Tróndur í Gøtu var fyrst inni, og hava teir fiskað 550 tons av makreli. Tummas T hevur eitt vet minni - 400 tons av makreli

Bæði skipini hava fiskað makrel norðan fyri føroyar, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Makrelurin verður landaður til Varðan Pelagic, og skipini fara aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa. 

placeholder
placeholder