
Flakatrolararnir Enniberg úr Havn og Sisimiut úr Nuuk eru ávegis til Føroya at landa.
Enniberg hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, og hevur tilsamans 750 tons av flaki, og verður eftir ætlan á Havnini mikudagin.
Fiskiskapurin hevur verið góður, tó kom steðgur í, av tí at Enniberg fekk boð um at gevast við fiskiskapinum frá russiskum mynduleikum.
Tað vísti seg skjótt at vera ein misskiljing, og Enniberg byrjaði at fiska aftur, tó misti skipið eini tvey døgn í rokfiskiskapi.
Flakatrolarin Sisimiut verður á Klaksvík í morgin, har skipið skal landa 510 tons av flaki.
Sisimiut hevur eisini verið til fiskiskap í Barentshavinum.
Sisimiut (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald