2025-12-08 22:18
Uppsjóvarskipini Tummas T og Vestmenningur hava bæði fiskað sild í íslendskum sjógvi.
Tummas T landaði fyrst, og kom inn við 500 tonsum av sild, og kvotan er nú fiskað fyri í ár, og skipið fer nú á Runavík at liggja til tað fer aftur til fiskiskap.
Vestmenningur er komin inn við 600 tonsum, sum skipið eisini hevur fiskað í íslendskum sjógvi.
Føroysku skipini hava góðan fiskiskap í løtuni, og sildin verður landað til matna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald