Tey trý frystilínuskipini Stapin, Jákup B og Klakkur eru øll á beding á norsku skipasmiðjuni í Fiskestrand.
Talan er mest um vanligt viðlíkahaldsarbeiði, tó ger okkurt av frystilínuskipunum eitt sindur aftrat.
Hjá Stapanum verður flakaverksmiðjan tikin úr skipinum, soleiðis at talan verdur um eitt slag av frystun fiski, sum skipið kemur at framleiða umborð.
Hetta tí at flakaverksmiðjan ikki verður brúk umborð, sigur Anfinn Olsen, reiðari, sum sigur at Stapin einans landar rundfrystan fisk.
Hjá Klakki er talan um vanligt viðlíkahald, og verður skipið liggjandi í eina viku, sigur Bethuel Johannesen, skipari og ein av eigarunum.
Klakkur kom til Noregs sunnudagin og verður liggjandi í eina viku.
Hjá Jákup B er talan eisini um vanligt viðlíkahald. Helmar Lassen, skipari og ein av eigarunum, upplýsir at Jákup B verður liggjandi í Noregi í tríggjar vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald