Innanlands

1100 tons til Varðan Pelagic

Tróndur í Gøtu landar sild á Tvøroyri

2018-10-24 22:03 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið úr Gøtu kom á Tvøroyri í morgun, har teir skulu landa sild.

Tróndur í Gøtu hevur verið á sildaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir hava 1100 tons, sum teir skulu landa til uppsjóvarvirkið Varðan Pelagic.

Upplýst verður, at talan er um góða stødd - umleið 400 gramm í miðal, og at tá ið Tróndur í Gøtu hevur landað, verður fari aftur á sildaveiðu í føroyskum sjógvi.

placeholder
placeholder