2023-05-12 07:24
Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu kom í gjár inn við 1.500 tonsum av svartkjafti, sum skulu landast í Fuglafirði.
Svartkjafturin verður síðani koyrdur í bilum til Leirvík. Eisini verður ein partur landaður til Havsbrún.
Tróndur í Gøtu hevur nú fiskað svartkjaftakvotuna, eins og Gøtunes og Finnur Fríði, sum Varðin í Gøtu eisini eigur.
Gøtunes liggur nú á Runavík meðan Finnur Fríði er farin at leita eftir sild í føroyskum sjógvi.
Hvat Tróndur í Gøtu nú fer at gera vita vit ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald