Innanlands

Trolarin hjá Framherja fer at eita Lerkur

Systurskipið hjá trolaranum hjá Varðanum, Sjúrður Tollakson, fær eitt heilt annað navn. Trolarin hjá Framherja fær navnið Lerkur

Nýggi trolarin hjá Framherja fær navnið Lerkur (Savnsmynd)

Nýggi trolarin hjá Framherja fær navnið Lerkur (Savnsmynd)

2025-09-19 07:43 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Reiðaríið Framherji í Fuglafirði letur í løtuni sín triðja nýbygning byggja, og annan nýbygning á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen.

Talan verður um ein trolara til heimaflotan, sum bæði kann frysta veiðuna umborð og køla hana við ísi, umframt at skipið kann fiska sjálvt ella partrola við millum annað Sjúrða Tollaksyni, sum Varðin letur byggja.

Trolarin, sum Varðin letur byggja er júst málaður í Pólandi, og síðani skal skrokkurin sleipast til Skagen, og eftir ætlan verður hetta um miðjan oktober.

- Okkara nýbygningur verður gjørdur aftaná tann hjá Varðanum, og vit vænta at okkara nýbygningur er eini fýra mánaðir aftanfyri tann hjá Varðanum, sigur Rósa Olsen, umsitingarleiðari hjá Framherja.

[object Object]Soleiðis sær trolarin hjá Varðanum út (Mynd: Varðin)

Varðin hevur valt, at trolarin hjá teimum skal eita Sjúrður Tollaksson, men Framherji hevur valt eitt heilt annað navn, enn eftir einum kendum føroyingi.

- Vit hava valt at halda fram við fuglanøvnunum. Vit hava Bak og Falk, og nýggi trolarin fær navnið Lerkur sigur Rósa Olsen, víðari.

Nýggi trolarin hjá Framherja verður 44,10 metrar langur, og 11. 5 metrar breiður. Eins og Sjúrður Tollaksson hjá Varðanum. Trolarin hjá Framherja fær tó somu litir, sum Framherji brúkar til stóru skipini, meðan Sjúrður Tollaksson fær somu litirnir, sum Varðin brúkar til síni skip.

Framkomin skip
Trolararnir eru sera framkomnir og hava allar hugsandi hentleikar umborð. Umframt at skipini eisini eru sera framkomin.

Tað er gjørt nógv burtur úr av fáa so góða góðsku sum gjørligt burtur úr fiskinum, sum verður veiddur.

Skipini verða útgjørd við góðari køling og hagreiðingin av veiðuni skal geva møguleika til bestu góðsku.

Eisini verður møguleiki fyri at nýta skipini sum ísfiskaskip, har fiskurin verður goymdur í kørum við krapaísi eins og møguleiki er fyri at avhøvda, støddarskilja og frysta veiðuna umborð. 

Ætlanin er at øll veiða skal førast til lands. Tí er verksmiðjan gjørd til framleiðslu og goymslu av súrløgu, sum ætlanin er at framleiða burtur úr høvdum, innvølum o.ø.

Framherji og Varðin eiga Faroe Origin í Runavík, og hava tikið skipini úr felagnum. Framherji eigur Bak og Falk, meðan Varðin eigur Heyk og Stelk.

Síðst í 2021 seldi Faroe Origin partrolararnir Rók og Lerk av landinum, og fingu tilsøgn um at flyta veiðuloyvini á onnur skip.

Í september 2023 kunngjørdi Faroe Origin, at Framherji og Varðin fóru at byggja nýggjar trolarar, sum koma í flotan í 2026.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder