Innanlands

Tilgongdin av toski og hýsu ávirkast helst av havstreymum

Granskarar á Havstovuni hava skrivað vísundaliga grein, har roynt verður at fáa svar upp á hví toskastovnurin á landgrunninum er søguliga lítil hesi seinastu árini

2025-10-27 16:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein orsøk til at toskastovnurin á landgrunninum ikki er komin seg aftur, hóast tað hava verið ár við bæði hampiliga góðum og sera góðum gýtingarárgangum kann vera, at tað er flógvur Atlandssjógvur, sum setir sín dám á landgrunninum kring Føroyar.

Hetta vísir nýggjasta granskingin, sum granskarar á Havstovuni hava gjørt av viðurskiftunum hjá tiski og hýsu á landgrunninum.

Í tíðargrein á heimasíðuni hjá Havstovuni í fjør varð víst á, at toskastovnurin á landgrunninum hevur verið søguliga lítil hesi seinastu árini.

Hetta helst orsaka av bæði ovveiðu og skiftandi umhvørvisviðurskiftum í havinum. Tilgongd av ungfiski hevur stóran týdning fyri, hvussu stórur ein fiskastovnurin verður. Góð tilgongd fellir, sum heild, saman við góðum gróðri á landgrunninum, og harvið meira av føði.

Sera góð tilgongd var í 1983, 1994 og í 2000, og hampiliga góð tilgongd var í 1987, 2009 og 2017. Men góðar gróðrarumstøður á landgrunninum føra tó ikki altíð til ein greiðan vøkstur í stovnsstøddini.

Í omanfyrinevndu tíðindagrein varð millum annað spurt: Hví sást tilgongdin í 1987, 2009 og 2017 ikki aftur í einum størri toskastovni?

[object Object]
Rák og vatnmassar kring Føroyar. Atlantssjógvur er vístur við reyðum, og subarktiskur sjógvur við bláum

Í nýggjari vísindaligari grein vísa granskarar á Havstovuni á, at svarið møguliga er at finna á opnu havleiðunum.

- Heitur Atlantssjógvur, sum setur sín dám á -andgrunnin, inniheldur minni av tøðevnum og djóraæti, enn kaldur sjógvur í subpolara meldrinum og í Eysturíslandsstreyminum. Uppíbland av subarktiskum sjógvi úr nevndu keldum virkar tískil nørandi fyri Atlantssjógvin, og helst fyri landgrunnin eisini.

- Árini, tá tilgongdin ikki sást týðiliga aftur í stovnsstøddini, fullu saman við veikum subpolarum meldri og/ella veikum Eysturíslandsstreymi, ljóðar niðurstøðan í greinini, sum er at finna í tíðarritinum Frontiers in Marine Sciense.

Víðari verður skrivað:

- Millum 2002 og 2014 var lítið av subarktiskum sjógvi kring Føroyar, og umstøðurnar hjá bæði fugli og fiski á landgrunninum vóru sera vánaligar. Íkastið av subarktiskum sjógvi øktiskt eftir 2014, og í kjalavørrinum av hesi broyting vaks nøgdin av toski á Føroyabanka nógv. Hartil vaks nøgdin av hýsu á bæði Føroyabanka og á landgrunninum.  

Eftir stendur spurningurin, hví toskastovnurin á landgrunninum ikki hevur merkt somu uppgongd seinastu árini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder