2025-04-14 20:06

Uppsjóvarskipini rokast í løtuni á svarktjaftafeltinum sunnanfyri Føroyar.
Tróndur í gøtu er farin til Íslands við umleið 2.400 tons um av svartkjafti, sum skal landast í Fáskrúðsfirði, og fleiri skip skulu landa til Havsbrún komandi dagarnar.
Høgaberg landar í løtuni 3.200 tons, síðani eigur Arctic Voyager tørn, sum hevur 2.000 tons.
Aftaná skal Finnur Fríði landa 3.000 tons og so eigur Jupiter at landa 2.000 tons.
Samstundis sum fleiri svartkjaftaskip eru komin inn at landa eru tað fleiri, sum eru á svartkjaftafeltinum sunnanfyri Føroyar, har fiskiskapurin er góður í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald