2025-04-19 08:23

Føroysku uppsjóvarskipini hava góðan fiskiskap eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi fyri tíðina.
Christian í Grótinum landar í løtuni 3.500 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði, og aftaná eigur Høgaberg tørn
Høgaberg hevur 3.150 tons av svartkjafti, og skal landa seinni í dag.
Arctic Voyager er farin til Thyborøn við 2.000 tonsum av svartkjafti, og Borgarin og Katrin Jóhanna landa ávikavist 1.875 og 2.500 tons í Killybegs í Írlandi.
Øll fýra skipini fara aftur á svartkjaftaveiðu tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald