Innanlands

Stórur Stellu-dagur á Akureyri

50 ár síðani hekkutrolararnir Stella Karina og Stella Kristina vórðu keyptir úr Klaksvík til Akureyrar

2023-11-03 09:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nógv fólk var komið saman, tá ið skipsmodell av Stellunum varð avdúkað mikudagin.

Í 1973 keypti íslendska útgerðarfelagið ÚA á Akureyri hekkutrolararnar Stella Karina og Stella Kristina frá Pf. Stella í Klaksvík. Í gjár 1. november vóru liðin 50 ár, síðani skipini komu til Akureyrar á fyrsta sinni. Í hesum sambandi var skipað fyri stórum tiltaki í matarhøllini hjá ÚA, felagnum, sum keypti skipini, har 150-200 fólk vóru komin saman.

Á Akureyri hava skipini altíð undir einum verið nevnd Stellurnar, og Stellurnar verða roknaðar sum ein varði í íslendskari skipasøgu. Tær vóru ikki bert vakrar á at líta, men eisini burturúr framkomnar í samtíðini og gjørdar av einslistum.

Tíðin áðrenn og eftir at Stellurnar komu
Á Akureyri og helst eisini í Íslandi verður tosað um tíðina áðrenn og tíðina eftir at Stellurnar komu. Menn vóru grammir eftir at fáa kjans við Stellunum, og teir hugsaðu seg tvær reisir um, áðrenn teir søgdu ein stellukjans frá sær.

Tað er væl kent í Føroyum, at sjófólk, sum hava verið við sama skipi, kennast væl og hava nakað at tosað um, tá ið tey møtast. Men tú hevur ikki verið leingi á Akureyri, so kemur tú eftir, at hetta við ‘stelluhópinum’ er nakað heilt serstakt: hetta er ein felagsskapur, sum framvegis stendur við langa tíð eftir, at tíðin á skipsdekki er endað – og samleikin fevnir um allar teir, sum hava verið við aðrari ella báðum Stellunum.

Stellu-bólkur á Facebook
Fyri hálvum ári tók leiðarin av Íðnaðarsavninum í býnum, Sigfús Ólafur Helgason, stig til Facebook-bólkin STELLURNAR. Hetta var opin bólkur, men eyðvitað fyrst og fremst ætlaður teimum, sum hava siglt við Stellunum ella hava havt eitthvørt annað við tær at gera.

Endamálið við bólkinum er at varðveita søguna um hesar báðar ÚA-trolararnar – Stellurnar. Bólkurin fekk beinanvegin dygga undirtøku og hevur í dag útvið 450 limir – av hesum eru um 40 føroyingar.

Stellu-modell avdúkað
Á 50 ára degnum var høvuðshendingin avdúkingin av einum modelli av Stellunum í tí líki, sum tær vóru, tá ið tær sigldu inn eftir Eyjafirði fyri 50 árum síðani. Á øðrum bógnum stendur Sléttbakur (fyrr Stella Kristina), á hinum Svalbakur (fyrr Stella Karina) – nøvnini, sum Stellurnar fingu, tá ið ÚA-yvirtók skipini.

Skipsmodellið varð avdúkað av Halldóri Hallgrímssyni, sum var fyrsti skiparin á Svalbaki, og Sigurlaug Magnúsdóttir, sum var gift Áka Sténfassyni, sála, sum var fyrsti skiparin á Sléttbaki. Skipsmodellið verður at síggja á Ídnaðarsavninum á Akureyri, eftir at tað hevur staðið frammi hjá ÚA í eina viku.

Sangur og røður
Tá ið stigtakarin Sigfús Ólafur Helgason hevði bjóðað samkomuni at vera vælkomin, var bergtakandi sangframførsla frá Kallakóri Akureyrar. Síðani greiddi stigtakarin frá hugskotinum og tilgongdini. Borgarstjórin á Akureyri, Ásthildur Sturludóttir, og borgarstjórin í Klaksvík heilsaði samkomuni – Karl Johansen “úr Stelluhúsinum”, sum hann tók til, og bæði fegnaðust tey um sambandið og samanhaldið millum londini. Umboð úr Føroyum gav savninum fimm eintøk av føroysku bókini “Stellurnar” og heilsaði tiltakinum í stuttari røðu. Aðrir røðarar vóru Freysteinn Bjarnason, fyrrverandi maskinmeistari, sum var ein av teimum, sum var í Klaksvík eftir skipunum á sinni, Elvar þór Antonsson úr Dalvík, sum hevur gjørt stellumodellið, og Kristján Vilhelmsson, stjóri í Samherja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder