Danska skaðanevndin, Den maritime Havarikommission, hevur í dag almannakunngjørt eina mynd, helst tikin úr bjargingartyrluni hjá Atlantsflogi, av línuskipinum, beint áðrenn hann sakk fríggjamorgunin 2. februar.
Tveir av manningini sjólótust í hendingini, meðan 14 vórðu bjargaðir upp í tyrluna.
Á myndini eru teir fyrstu 13 menninir, ið náddu at leita sær upp á brúnna og síðan út á brúgvaveingin, bjargaðir.
Á myndini flýtur Kambur enn rættiliga langt uppi í sjónum. Vit skulu ímynda okkum, at tá henda myndin er tikin, situr tann seinasti av teimum bjargaðu helst frammi í gron á einum pullarti og krokar undir lúnningini. Hann varð ikki bjargaður fyrr enn hann leyp á sjógv, beint áðrenn Kambur sakk.
Lesið dramatisku frágreiðingarnar frá sjóforhoyrinum her:
Menninir á brúnni máttu hivast upp við brandslangu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald