placeholder
Innanlands

Smáligur fiskiskapur í uppsjóvarvinnuni

Í vikuni landaði Norðingur umleið 1.900 tons av svartkjafti, sum skipið hevur fiskað eystanfyri í føroyskum sjógvi

Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-11-02 22:10 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Norðingur landa í vikuni eina last av svartkjafti á umleið 1.900 tons til Havsbrún í Fuglafirði.

Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu eystanfyri í føroyskum sjógvi hendan túrin, og skipið fór aftur til fiskiskap tá ið liðugt varð at landa.

Í løtuni eru tað, av teimum føroysku skipunum, Norðingur og Arctic Voyager, sum eru á svartkjaftaveiðu.

Flestu uppsjóvarskipini bíða eftir at sildafiskiskapurin tekur seg upp í íslendskum sjógvi.

Eisini grønlendska uppsjóvarskipið Tasiilaq er á svartkjaftafeltinum í løtuni.

Uppsjóvarskipið Vestmenningur landaði sunnudagin eina last á umleið 1.900 tons av svartkjafti til Havsbrún, og liggur framvegis á Fuglafirði.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder