Uttanlands

Skrokkurin hjá nýggju Ruth komin til Skagen

Skrokkurin til størsta danska uppsjóvarskipið kom í gjár til Skagen, har skipið skal gerast liðugt

Skrokkurin tekur seg væl út í Skagen (Mynd: Jørgen Trolle)

Skrokkurin tekur seg væl út í Skagen (Mynd: Jørgen Trolle)

2021-02-14 12:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Stóri skrokkurin til nýbyggningin hjá Gullak Madsen, kom í gjár til Skagen.

Talan er um Ruth, sum skal hava heimstað í Hirtshals, og sum nú skal gerast liðugt hjá Karstensens Skibsværft í Skagen.

Talan er um ein skrokk, sum er heili 90 metrar langur, og knappar 18 metrar beiður.

Skipið skal eftir ætlan handast reiðarínum í juli í ár.

Gamla Ruth ikki til Føroyar kortini
Núverandi Ruth, sum Gullak Madsen yvirtók úr Norra í samband við, at norrmenn keyptu undanfarnu Ruth frá 2016, skuldi eftir ætlan kom í føroyska flotan, har eitt felag skuldi brúka skipið at fiska reyðæti, men soleiðis verður ikki kortini.

Sum skilst, so fingu føroysku keypararnir ikki neyðugu fíggingina til vega, og tí verður Ruth nú seld til Russlands, og er endaligi sáttmálini við at verða undirskrivaður.

Føroysk uppsjóvarskip næst í røðini
Eitt er tað at Gullak Madsen, sum hevur búð í Hirtshals seinastu mongu árini, er føroyingur, men næsti nýbygningurin, sum skal gerast klárur at koma til Skagen, er eisini føroyskur.

Talan er um skrokkin hjá nýggja Christian í Grótinum, sum er sama slag, sum Ruth, tó er yvirbygningurin ein heilt annar.

Skrokkurin hjá nýggja Christian í Grótinum verður eftir ætlan klárur at sleipast til Skagen um eitt hálvt ár. Nýggi Christian í Grótinum skal handast reiðarínum fyrst í komandi árið.

Les eisini: Her verður nýggja Ruth sjósett

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder