
Fiskur.fo kundi fyrr í dag skrivað søguna um at Eysturbúgvin úr Húsavík er seldur, og at keypararnir vóru Ango úr Vági og Varðin í Gøtu, men hetta er ikki heilt rætt.
- Vit eru ikki partur av hesum keypinum, sum inniber keyp av skipið og kvotum hjá felagnum, sum eigur Eysturbúgvan, sigur Dávið Jacobsen, nevndarformaður í Varðanum í stuttari viðmerking.
Nevndarformaðurin í Varðanum hevði ikki nógv at leggja aftrat, tá ið vit spurdu hann um teir høvdu ætlarnir at keypa gullaksakvoturnar og loyvini í bólki 2, sum skipið eisini hevur, í sambandi við at Varðin letur ein nýggjan djúphavstrolara byggja fra Ango, sum hevur keypt Eysturbúgvan.
Enn er sølan av Eysturbúgvanum ikki endalig, av tí at kravið fyri at sølan av Eysturbúgvanum skal avgreiðast, so ekal Vørn góðkenna keypið.
Við keypinum av kvotunum hjá Eysturbúgvanum, so fær Ango meira atgongd eftir makreli og norðhavssild.
Vit hava roynt at fingið fatur á John Mikkjal Godtfred frá Ango, men tað hevur ikki eydnast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald