Innanlands

Seks skip hava fingið fiskiloyvið til menningarkvotur

Tvey pør og tvey uppsjóvarskip hava fingið menningarkvotu útskrivaða sum loyvi

Steintór (Mynd: Zacharias Hammer)

Steintór (Mynd: Zacharias Hammer)

2018-09-13 14:52 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Steintór, Niels Pauli, Hamranes og Breiðanes hava allir fingið loyvi frá Fiskimálaráðnum um at fiska menningarkvotuna, sum P/f Steintór og P/f TG Fish fingu útlutað.

Feløgini fingu tillutað 900 tons av makreli og 900 tons av sild í eitt ár. Omanfyri nevndu skip, hava fingið ávíkavist 180 tons, eitt tons, og síðst nevndu hava fingið 100 tons í part av makreli.

Uppsjóvarskipini, sum hava fingið útskrivað loyvið eru Fram og Tummas T, sum hava fingið 250 tons av makreli í part at fiska fyri Vestmanna Seafood, sum fekk størsta partin av menningarkvotuni fyri 2018.

Felagið fekk 2.002 tons av makreli, 1.593 tons av sild og heili 12.970 tons av svartkjafti. Talan er um eitt fýra ára tíðarskeið til øll trý fiskasløgini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder