Innanlands

Royna við trimum trolum

Nataarnaq er til eitt ára eftirlit hjá Mest í Havn. Skiparin, Dávur Mohr, letur væl at skipinum

Dávur Mohr (Mynd: Sjómansmissiónin)

Dávur Mohr (Mynd: Sjómansmissiónin)

2023-03-10 19:13 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Nataarnaq byrjaði fiskiskap 3. januar 2022, eftir at hann kom, sum nýbygningur av spanskari skipasmiðju, í desember 2021. Royal Greenland eigur trolaran, sum er systirskip við Avataq. Byggingin varð seinkað í umleið hálvt ár vegna koronu.

- Vit hava fiskað í eitt ár, og tað hevur gingið væl. Vit hava fingið 10.000 tons av rækjum. Harafturat skal sigast, at skipi hevur riggað sera væl, og vit hava onga tíð mist vegna trupuleikar, sum ofta stinga seg upp hjá nýggjum skipum. Seinkanin av byggingini gjørdi óivað sítt til, at maskinmenn og aðrir av manningini kendu skipið væl, tá vit fóru til fiskiskap, sigur skiparin Dávur Mohr.

- Skipið er nýtt, og manningin skal venja seg við útgerð og arbeiðsgongdir. Kortini hava vit megnað at hagreitt og fryst góð 100 tons um samdøgrið. Tað er gott, hóast verksmiðjan nokk megnar nøkur tons afturat, sigur hann. 

- Tá Nataarnaq byrjaði fiskiskap, fiskaðu vit fyrsta samdøgrið við einum troli. Alt var nýtt og skuldi standa sína roynd. So fiskaðu vit í umleið fýra mánaðir við tveimum trolum, fyri síðani at fiska við trimum trolum. Tað hevur riggað væl, men tað skal helst verða rímuliga góður botnur, tá vit royna við trimum trolum, sigur Dávur Mohr.

Nataarnaq er 82.3 metrar langur og 18 metrar breiður. Motorurin er ein 7200 KW MAN.

22 mans eru við og tvær manningar hoyra til skipið.

Nataarnaq er til eitt ára eftirlit hjá Mest í Havn. Eftirlitið tekur umleið tríggjar vikur.

Sjómanstrúboðarin hevur vitjað umborð, og tíð var bæði til prát, drekka, Guds orð og bøn. Harafturat var hugt runt á trolaranum.

Teimum, og sjófólkunum annars, verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Einasti føroyski rækjutrolarin, Arctic Viking, frá 1986, er 58 metrar langur og 13 metrar breiður. Hann hevur roynst væl, men er lítil við síðuna av Naraarnaq. 36 ár eru ímillum teir.

Meira frá Sjómansmissiónini sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder