Innanlands

Rækjufiskiskapurin heldur lakari í ár

Fimm trolarar hava seinastu tíðina verið á rækjuveiðu í Barentshavinum, og hóast fiskiskapurin er heldur lakari í ár enn hann var í fjør, er prísurin eitt vet hægri

Enniberg er ein av fimm trolarum, sum fiskar rækjur í løtuni (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Enniberg er ein av fimm trolarum, sum fiskar rækjur í løtuni (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-08-12 09:54 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í Føroyum hava vit í løtuni fimm trolarar, sum fiska rækjur. Hjá trimum er hetta beinleiðis grundarlagið undir trolarunum, hóast teir kunnu fiska botnfisk eisini. Hesir tríggir eru Emerald, sum er nýggjasta rækjuskipið í flotanum, Arctic Viking og Hvítanes.

Enniberg og Emerald, sum Mortan Johannesen í Havn eigur, Akraberg hjá Framherja í Fuglafirði, Arctic Viking hjá JFK og Hvítanes hjá Thor eru alt trolarar, sum fiska rækjur.

Fyri nøkrum fáum árum síðani var føroyski rækjuflotin nirði á einum trolara, sum livdi av rækjufiskiskapinum, men vit kunnu fegnast um, at hesin parturin av flotanum er vaksin eitt sindur.

Í løtuni eru fýra trolarar á rækjuveiðu í Barentshavinum, meðan ein siglir heim til Føroya at landa rækjur.

[object Object]Hvítanes (Savnsmynd: Egil Horn)

- Vit hava verið til fiskiskap í 61 dagar hendan túrin, so fiskiskapurin hevur ikki verið tann besti vit hava havt, sigur Thorfinn Johannesen, sum er skipari á Akrabergi hendan túrin.

- Vit hava 836 tons av rækjum, og vit hava landað allar rækjurnar í Føroyum, sigur Thorfinn víðari.

Skiparin á Akrabergi leggur tó aftrat, at hóast fiskiskapurin hevur verið lakari í ár enn í fjør, so hevur prísurin verði betri.

Thorfinn Johannesen sigur, at Akraberg verður í Føroyum mikudagin, og tá ið liðugt er at landa skal skipið skifta fólk áðrenn tað fer aftur á rækjuveiðu í Barentshavinum.

[object Object]Akraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Umborð á Emerald er Jákup Joensen skipari, og hann sigur tað sama sum Thorfinn Johannesen.

- Vit liggja um eini 13 tons í miðal um samdøgrið, og tað er galandi fyri øll skipini, sum eru á rækjuveiðu her, sigur Jákup Joensen.

Skiparin á Emerald leggur aftrat, at hjá teimum er talan um dag 52 umborð tá ið vit fingu orðið á hann í gjárkvøldið, og hann sigur víðari, at sama tíðarskeið í fjør lógu skipini um 21 tons um samdøgrið.

Jákup sigur eisini at veðrið spælir ein stóran part av rækjufiskiskapinum. Seinastu tíðina hevur nógvur mjørki verið á leiðini, og sólin hevur einans skinið í fýra til fimm dagar á túrinum.

[object Object]Emerald (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Vanliga plaga rækjuskipini at landa veiðuna í Noregi. Arctic Viking landaði fyri knapt 14 døgum síðani 470 tons av rækjum í Tromsø.

Eirikur Magnussen var skipari síðsta túr, men eftir at Arctic Viking hevði landað, skifti skipið eisini fólk, og Niklái Petersen er nú skipari.

[object Object]Arctic Viking (Savnsmynd: Emil Petersen)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder