2025-09-12 13:01

Grønlendski verksmiðjutrolarin Polar Princess kom í gjár á Kollafjørð, har skipið skal landa.
Polar Princess hevur millum 800-900 tons av frystum makreli við til lands, sum skipið hevur fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar.
Polar Princess hevur landað allar makrellastirnar, sum skipið hevur fiskað í altjóða sjógvi í ár, í Kollafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald