placeholder
Innanlands

Onki loft á tøkugjaldi verður samtykt í dag

Andstøðan royndi uttan úrslit at víkja frá vanligum tíðarfreistum - til tess at bjarga tey 140 arbeiðsplássini á Glyvrum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-11-08 17:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður ikki í dag, at løgtingslógin um loyvisgjøld á alivinnu verður broytt.

Andstøðan gjørdi eina roynd á løgtingi í dag. Tað snýr seg um eitt uppskot frá Sambandsflokkinum, hvørs endamál er at ‘bjarga’ teimum 140 starvsfólkunum hjá Bakkafrost á Glyvrum, sum júst eru uppsøgd.

Eftir áheitan frá andstøðuni, var í løtuni atkvøðugreiðsla um at víkja frá vanligum tíðarfreistum, so at uppskotið kundi avgreiðast í dag.

Men hetta eydnaðist ikki. 15 atkvøddu fyri og 17 ímóti. Fyri at víkja frá vanligu freistunum, krevst kvalifiseraður meiriluti, sum svarar til 3/5 av uppmøttu tinglimunum.

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum kemur sostatt einans til fyrstu viðgerð á løgtingi í dag. Tað er næst á dagskránni fyri tingfundin í dag, sum í løtuni er komin í helvt í dagsskránni. Uppskotið sæst her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder