Innanlands

Ongar ætlanir um at selja skip og kvotur

Reiðaríið hjá uppsjóvarskipinum Biritu í Havn hevur ongar ætlanir um at gevast við sínum virksemið, sigur reiðarin

Reiðarin á uppsjóvarskipinum Biritu úr Havn, hevur ongar ætlanir at selja hvørki skip ella kvotur, nú kvoturnar eru minkaðar munandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Reiðarin á uppsjóvarskipinum Biritu úr Havn, hevur ongar ætlanir at selja hvørki skip ella kvotur, nú kvoturnar eru minkaðar munandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-16 12:12 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í gjár skrivaði Kringvarpið, at felagið aftanfyri Christian í Grótinum og Norðborg, í Klaksvík, er í gongd við at keypa uppsjóvarskipið Jupiter úr Kollafirði við kvotum.

Jan Petersen, stjóri í samtakinum í Klaksvík, segði at orsøkin var at felagið mátti tryggja sær fleiri kvotur soleiðis, at grundarlag er fyri at hava tvey skip í uppsjóvarvinnuni sum felagið hevur í dag.

Vit hava sett okkum í samband við Birgir Lützen, sum er reiðari á uppsjóvarskipinum Biritu, sum hevur heimstað í Tórshavn, og spurt um teir hava havt ætlarnir um at selja, nú kvoturnar eru minkaðar síðani londini hava gjørt sínamillum fiskivinnuavtalur, og sum er ein av teimum minni aktørunum í uppsjóvarvinnuni.

- Vit hava fingið onkrar fyrispurningar uppá skip og kvotur, men vit hava einki ynski um at selja, av tí at vit ynskja at okkara børn og barnabørn einaferð skulu fáa møguleikan at fáa lut og møguleikan at virka í hesari vinnuni, sum vit eru í, sigur Birgir Lützen, reiðari.

Hann leggur aftrat, at hann ynskir ikki at alt tilfeingið skal enda hjá nøkrum fáum familjum, og tí er ikki áhugið at selja, men heldur at halda fram.

Spurdur um felagið hevur eitt nóg sterkt grundarlag at halda fram nú kvoturnar minka sigur reiðarin, at tað er á markinum, men vónar at kvoturnar fara at økjast aftur, ella at onkur annar bati verður.

- Vit hava sæð tað seinastu árini at tað eru nakrar fáar familjur, sum eiga nógv tað mesta í uppsjóvarvinnuni, og nú tá ið vit hava fingið møguleikan at sleppa framat hesum tilfeinginum, ynskja vit ikki at gevast og selja til ein av teimum stóru aktørunum, sum frammanundan eigur nokk, sigur Birgir Lützen, reiðari.

Birita er skrásett í Tórshavn, og er bygd í 1999. Skipið hevur kvotur eftir makreli, svartkjafti og norðhavsild.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder