Svenska reiðaríið Erik Thun AB hevur latið byggja eitt nýtt farmaskip til sín farmaflota. “Kolland” varð latin reiðarínum síðst í september, og fekk nú í vikuni føroyska flaggið á hekkuna.
Reiðaríið hevur nú 16 farmaskip í flotanum umframt 21 tangskip – og 10 teirra eru skrásett í føroysku altjóða skipaskrásetingini, FAS.
- Vit eru fegnast um, at eitt so viðurkent reiðarí sum Thun aftur velur at skrásta skip síni í FAS. At nýbygningar verða lagdir aftur at flotanum hjálpir samstundis at halda miðaldrinum á FAS-skipunum lágum og styrkir føroyska skrásetingina, skrivar Sjóvinnustýrið.
Kolland er bygdur á Ferus Smit skipasmiðjuni í Niðurlondum og er 2.926 BT til støddar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald