Innanlands

Norðingur hevur landað svartkjaft í Fuglafirði

Norðingur hevur landað 1.900 tons av svartkjafti til Havsbrún

Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-05-16 07:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Norðingur hevur landað 1.900 tons av svartkjafti til Havsbrún, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi.

Veiðan verður øll framleidd til fóður hjá Havsbrún, sum hevur tikið ímóti nógv tí størsta partinum av svartkjafti, sum skipini hava fiskað í ár.

Fleiri av skipunum hava nú fiskað svartkjaftakvotuna fyri í ár.

Summi fara nú at gera ymsit viðlíkahaldsarbeiði, meðan okkurt uppsjóvarskip er farið á makrelveiðu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder