Innanlands

Finnur Fríði landar makrel á Tvøroyri

Finnur Fríði er komin inn við 150 tonsum av makreli.

Finnur Fríði (Savnsmyndmynd: Kiran Jóanesarson)

Finnur Fríði (Savnsmyndmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-08-27 07:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Finnur Fríði er komið á Tvøroyri, har skipið skal landa makrel.

Finnur Fríði hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í altjóða sjógvi, men fiskiskapurin hevur verið smáligur.

Skipið hevur 150 tons av makreli, sum verður landaður til Varðan Pelagic, og Finnur Fríði fer aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder