placeholder
Uttanlands

Norðingur hevur landað í Hanstholm

Norðingur hevur landað 1900 tons í danska býnum Hanstolm

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-05-16 15:15 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið fór aftur til fiskiskap í nátt.

Norðingur, sum hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi, hevur júst landað 1900 tons í Hanstolm. 

Ætlanin var at fara til Skagen við veiðuni, men áveg niður til Danmarkar, varð avgerð tikin um at fara til Hanstolm heldur.

Norðingur fór aftur á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar í nátt. Hetta er fyrsta lastin hjá Norðingi, sum skipið hevur landað uttanlands. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder