Innanlands

Norðborg fiskað makrelkvotuna

Norðborg er komin inn at landa, og hevur nú fiskað makrelkvotuna

Norðborg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Norðborg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-15 06:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Norðborg er komin í Ánirnar, har skipið skal landa makrel og fiskaðmjøl.

Norðborg hevur hendan túrin fiskað 1.150 tons av heysaðum makreli umframt at teir høvdu nakað av mjæli eisini. Lýsi og slógv er landað í Fuglafirði.

Norðborg hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í altjóða sjógvi, og nú verður skipið liggjandi restina av mánaðinum til skipið fer á sildaveiðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder