 
  Nógv virksemi hevur verið á kaiuni í Fuglafirði í dag, har bæði svartkjaftur og lodna eru landað, umframt at eitt skip hevur gjørt klárt til nótaveiðu.
Hjá Havsbrún landaði Christian 2200 tons av svartkjafti, sum er fiskaður sunnanfyri í føroyskum sjógvi. Svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Tá ið liðugt varð at landa, fór Christian aftur til fiskiskap eftir svartkjafti sunnanfyri í føroyskum sjógvi.
Hjá Pelagos lógu tvey norsk skip, Ingrid Majala frá Hammerfest, og Malene S frá Bergen.
Norsku skipini hava fiskað lodnu í íslendskum sjógvi, og landað veiðuna til Pelagos, har serliga Ingrid Majala fekk sera góðan prís.
Prísurin teir fingu varð millum 11-11,50 kr. Ingrid Majala hevði 650 tons av lodnu, meðan Malene S hevði 270 tons. Malene S fekk góðar nýggju krónur kilo fyri lodnuna.
Við Vónina lá Tróndur í Gøtu, har teir tók nót umborð. Teir hava júst landað 1100 tons av sild, sum teir hava fiskað norðanfyri í altjóða sjógvi.
Tróndur í Gøtu fer nú á nótaveiðu eftir lodnu í íslendskum sjógvi.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/02/13/890x590/1613225885zncbbyjsxz.jpg) Malene S og Ingrid Majala eru bæði komin inn við lodnu til Pelagos - Mynd: Kiran Jóanesarson
Malene S og Ingrid Majala eru bæði komin inn við lodnu til Pelagos - Mynd: Kiran Jóanesarson
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/02/13/890x590/1613225875pmr2nh1co2.jpg) Tróndur í Gøtu tók í dag nót umborð, og fer nú á lodnuveiðu - Mynd: Kiran Jóanesarson
Tróndur í Gøtu tók í dag nót umborð, og fer nú á lodnuveiðu - Mynd: Kiran Jóanesarson
 
  
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald