Innanlands

Nógv skip komin inn at landa svartkjaft

Fleiri skip eru komin av svartkjaftafeltinum og inn at landa

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-04-18 14:53 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í Fuglafirði hevur Fagraberg landað nærum fulla last av svartkjafti - umleið 2700 tons, til Havsbrún, sum teir hava fiskað sunnanfyri í føroyskum sjógvi.

Tá ið Fagraberg hevur landað, eigur Borgarin tørn.

Borgarin hevur eisini fiskað svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og høvdu teir 2100 tons við til lands.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.

Finnur Fríði landað beint omanfyri 2000 tons av svartkjafti, teir hava eisini fiskað svartkjaft sunnanfyri Føroyar. Ein partur av veiðini skal landast á Tvøroyri og hin parturin í Fuglafirði

Aftaná Finnur Fríða, sleppur Arctic Voyager framat við umleið 700 tonsum.

Arctic Voyager mátti bróta túrin av, av tí teir fingu um skrúvuna. Boð vórðu send eftir Brimli, sum sleipaði uppsjóvarskipið á Havnina, har trupulleikin varð loystur, og síðan setti Arctic Voyager kós móti Tvøroyri, har svartkjafturin varð landaður.

[object Object]Borgarin - Savnsmynd(Mynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]Finnur Fríði - Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]Arctic Voyager - Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder
placeholder