Innanlands

Niðurstøðan hjá skaðanevndini fyriliggur ikki fyrr enn í oktober

Bíðitíðin á tveir mánaðir kemst av, at danska skaðanevndin hevur nógv at gera, skrivar Kringvarpið. Línuskipið Eivind rendi mánadagin á Flesjarnar

Eivind verður sleipaður til Havnar (Mynd: Sverri Egholm)

Eivind verður sleipaður til Havnar (Mynd: Sverri Egholm)

2021-08-07 13:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frystilínuskipið Eivind sigldi fyrrapartin mánadagin á Flesjarnar. Skipið varð tømt fyri olju og sleipað til Havnar dagin eftir - tað fekk so at siga ongan nevniverdan skaða í støðuni. 

Sí eisini: 
Eivind slapp lætt
Myndir: Sleipaðu Eivind til Havnar

Danska skaðanevndin er nú liðug at kannað málið, men niðurstøðan verður ikki latin Sjóvinnustýrinum ikki fyrr enn um tveir mánaðir. Langa bíðitíðin kemst av, at danska skaðanevndin hevur nógv at gera. Hetta skrivar Kringvarpið í dag.

Skaðanevndin hevur millum annað kannað, um manningartalið umborð var tað rætta í mun til krøvini, ið er seks mans, tá óhappið hendi. Um tað ikki er hetta, er møguleiki fyri, at málið verður lagt fyri rættin, sambært kvf.fo.


placeholder
placeholder