Í mai kannaði havrannsóknarskipið Jákup Sverri makrelgýting á leiðunum sunnan og vestan fyri Føroyar. Flest makrelegg vóru at síggja fram við hellingini á europeiska landgrunninum, og annars sunnarlaga í kanningarøkinum. Í grunnu økjunum á føroyska landgrunninum vóru millum fá og eingi egg at síggja.
Seinast makrelgýting var kannað kring Føroyar var í 2019, og tá vórðu munandi færri egg í økinum. Tó at kanningarøkið ikki er tað sama, so bendir hetta á, at nøgdirnar av makreleggum kring Føroyar eru størri í 2022 enn í 2019.
Kanningin hjá Jákup Sverra var partur av felags kanningum, sum verða gjørdar triðja hvørt ár í havøkinum frá Biskayavíkini og norður til Føroyar í tíðarskeiðnum februar til juli. Umframt Føroyar luttóku Danmark, Niðurlond, Írland, Noreg, Portugal, Skotland, Spania, Stóra Bretland og Týskland.
Ein samlað meting av makrelgýtingini verður gjørd í august, har úrslitini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd. Tí ber ikki til at siga enn, hvat føroysku úrslitini merkja fyri makrelstovnin, skrivar Havstovan.
![]()
Nøgdin av makreleggum, avmyndað sum sirklar. “x” merkir, at einki makrelegg varð funnið. Litirnir á myndini vísa vatnskorpuhita, máldan við fylgissveini. Makrelur gýtir vanliga ikki í sjógvi kaldari enn seks stig, og tað sæst eisini á myndini, at fá/eingi egg eru, har vatnskopuhitin liggur niður móti seks stigum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald