Innanlands

Næraberg til Pólands fyri 110 milliónir krónur

Trolarin hjá P/f Næraberg var í føroyska flotanum í sjey ár

2021-10-06 13:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðsta mánaði varð boðað frá at P/f Næraberg hevði gjørt avtalu við útlendskan keypara um at selja Næraberg av landinum.

Nú er greitt, at tolarin er seldur til felag í Warszawa fyri 14,875 milliónir evrur, ið svarar til 110,7 milliónir krónur.

Hetta skrivar Kringvarpið í dag.

Kvoturnar hjá Næraberg verða framyvir fiskaðar av Norðingi og Borgaranum, sum felagið eisini eigur.

Trolarin Næraberg er nú strikaður í føroysku skipaskránni, og fer í næstum úr Niðurlondum til Pólands.

Næraberg er bygdur í 1990. Hann kom til landið í 2014 og hevur verið mest nýttur til at fiska svarkjaft, sum skuldi virðisøkjast umborð og framleiðast til matna.

placeholder
placeholder