Tey eru flott - nýggju uppsjóvarskipini sum verða bygd á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen. Finnur Fríði, sum kemur til Føroya um vikuskiftið, er einki undantak.
Umstøðurnar til manning eru í topp, og tað er útgerðin eisini.
Finnur Fríði er 88 metrar langt og knapt 17 metrar breitt nýmótans uppsjóvarskip, sum lastar umleið 3.000 tons av uppsjóvarfiski.
Sáttmálin fyri nýggja Finn Fríða bleiv undirskrivaður í desember í 2021, og skipið skuldi eftir ætlan latast reiðarínum í januar í ár, tó hava ymsar seinkingar havt við sær at skipið er seinkað nakað.
Men eftir ætlan kemur Finnur Fríði til Føroya leygardagin ella sunnudagin, og tá verður skipað fyri stórari móttøku í Gøtu.
Karstensens Skibsværft hevur tikið myndirnar niðanfyri í dag:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald