Stóri seksæringurin hjá Eyðuni Egholm var í gjár fingin úr bátasmiðjuni og flotaður í Nólsoy.
Hann varð síðani sleipaður til Havnar.
Talan er um ein tann størsta føroyska bátin, sum nakrantíð er smíðaður. Báturin er knappar tólv metrar langur og 3,92 metrar har hann er breiðastur.
Báturin skal rekast við elmotori. Frammaundan eigur Eyðun Egholm áttamannafarið "Egholm", sum eisini er elrikin. Tað serstaka í gjár var, at gamli báturin sleipaði avloysaran til Havnar.
Seksæringurin er tikin upp á land hjá Mest í Havn, har motorur, hús og onnur útgerð skal setast í.
Tað er Guðmundur Sjúrðason Norðbú, sum hevur smíðað bátin á bátasmiðju sínari í Nólsoy.
Báturin skal brúkast til ferðafólkasigling.
-
(Mynd: Bødvar Hjartvarsson)
-
(Mynd: Bødvar Hjartvarsson)
-
(Mynd: Bødvar Hjartvarsson)
-
(Mynd: Bødvar Hjartvarsson)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
Eyðun Egholm og bátabyggjarin, Guðmundur Sjúrðason Norðbú (Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
Neyðugt var at oysa eitt sindur (Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
-
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
-
(Mynd: Jens Kr. Vang)
-
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
-
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
-
(Mynd: Jens Kr. Vang)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
Stjórin á Mest, Mouritz Mohr, og Kaj Hammer, bátabyggjari (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald