Innanlands

Minni til av norðhavssild og svartkjafti

Tað vísa úrslitini frá árligu sildakanningunum fyrr í vár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-06-28 16:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havstovan: Minni er til av norðhavssild og svartkjafti í Norskahavinum í ár enn í fjør. Tað vísa úrslitini frá árligu sildakanningunum fyrr í vár.

Høvuðsniðurstøðan er, at vísitalið fyri sildastovnin nú er 4.1 mió. tons, sum er ein minking á 8% í mun til í fjør.

[object Object]

Vísitalið fyri norðhavssild í kanningunum norðanfyri 1996-2023. Seinastu 12 árini hevur vísitalið ligið rættuliga støðugt millum 4.1 og 5.9 mió. tons. Svørtu strikurnar vísa óvissuna av virðunum.

Tað er framvegis 2016 árgangurin, ið er bulurin í vaksna stovninum, og er hann mettur at vera 57% av sildastovninum. Tann vaksna sildin stóð norðan fyri Føroyar, eystan fyri Ísland og í altjóða sjógvi.[object Object]
Útbreiðslan av norðhavssild í kanningunum í mai 2023.

Nøgdin av svartkjafti í kannaða økinum er í ár mett at vera 0.96 mio. tons, sum er ein minking á 36% í mun til í fjør. Nógv mest var at síggja av eitt til trý ára gomlum svartkjafti. Útbreiðslan líkist útbreiðsluni síðstu árini, har svartkjafturin serliga heldur til eystarlaga í Norskahavinum og beint norðan fyri Føroyar.

Kanningin varð skipað sum felagskanning, og londini, sum luttóku, vóru Bretland, Danmark, Føroyar, Ísland og Noreg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder