Innanlands

Merkta grindin farin suður í Bankarennuna

Grindahvalirnir, ið vórðu merktir 3. september, vóru fyrstu náttina í Kallsoyarfirði, men hava síðan ferðast suðureftir, suður á Munkagrunnin

(Mynd: Havstovan)

(Mynd: Havstovan)

2024-09-06 14:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvalirnir eru nú komnir suður um Bankarennuna, í eitt øki eystur av Bankarygginum, eisini nevnt Wyville-Thomsons ryggurin. Teinurin er 150 fjórðingar, skrivar Havstovan.

Við góðari hjálp frá fólki á bátum og á landi var merkta grindin, sum taldi um 50 hval, rikin úr Kallsoyarfirði og inn á sandin í Fuglafirði, har tríggir hvalir vórðu merktir.

[object Object]
(Mynd: Havstovan)

Havstovan skrivar, at umframt ein sendara, ið bert vísir knattstøður, var ein sendari festur á, ið upplýsir um atburðin, tá hvalurin kavar.

Triðji sendarin varð festur á bakið á hvalinum, aftanvert hornið. Hesin sendarin hevur samband við ein hitamátara, ið varð førdur niður í kíkin. Tíðarmátingar av hitanum í kíkinum siga nakað um, nær hvalurin fær sær føði.

Sendararnir viga millum 60 og 300 gramm.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder