Innanlands

Mær dámar at rógva út, ella hevði eg ikki gjørt tað

- Vit hava verið norðanfyri við 43 stampum og hava umleið 4500 pund. Tað er í minna lagið, men við góðum fiskaprísi gongur tað, sigur Johannes Nybo, skipari á Dalsenni

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-06-16 17:59 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Tað er spennandi at rógva út, og mær dámar tað, ella hevði eg ikki gjørt tað. Vit eru tríggir ungir mans umborð, og so er ein maður í skúrinum. Hann syrgir fyri, at línan verður rakt um, og at agnið er klárt, tá vit fara. Vit seta gjøgnum traktina, so tað er eingin egning í skúrinum hjá okkum.

Tað segði Johannes Nybo, skiparin á útróðrarbátinum Dalsenni, sum landaði í Klaksvík á middegi í gjár.  

- Vit hava verið norðanfyri við 43 stampum og hava umleið 4500 pund. Tað er umleið hundra pund uppá stampin, og tað var tað eisini fyrra túrin hesa vikuna, segði hann.

- Tað er í minna lagið, men við góðum fiskaprísi gongur tað. Meginparturin av veiðuni er hvítingur og hýsa, og so er nakað av toski eisini. Vit fara avstað aftur í kvøld, segði Johannes. 

Sjómanstrúboðarin heilsaði uppá ungu útróðrarmennirnar í gjár.

Nevnast kann, at í dag hevur Dalsenni umleið 4300 pund á 44 stampum. 

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder