Innanlands

Lívið hevur verið avbjóðandi og áhugavert

Mynstraði fyrstu ferð sum 14 ára gamal, og havi fingið loyvi at verið á sjónum alt mítt lív. Um tveir mánaðir verði eg 72, og eg orki at sigla enn, sigur Svenning Kjærbæk úr Vági

Svenning Kjærbæk úr Vági (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Svenning Kjærbæk úr Vági (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-04-16 21:55 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Eg mynstraði fyrstu ferð sum 14 ára gamal og havi fingið loyvi at verið á sjónum alt mítt lív.

Um tveir mánaðir verði eg 72 ár og orki at sigla enn; so eg havi nógv at takka fyri.-

Tað sigur Svenning Kjærbæk úr Vági, sum er skipari á djúpvatnstrolaranum, Suðringi.

- Lívið hevur gingið upp og niður, og tað ger tað jú hjá teimum flestu. Mótið havi eg altíð havt gott, eisini tá lívið og virksemið við egnum bátum og skipi hevði mótrák, og tað er sera umráðandi, sigur hann.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Eg havi siglt við ymiskum skipum, og so høvdu eg og beiggjarnir útróðrarbátar saman í mong ár. Frá 1989 til 1996 átti eg trolaran, Sverra Ólavsson, so tilsamans havi eg siglt í 28 ár í familjufyritøku, og tað var eisini ein sera spennandi tíð,- sigur hann.

- Síðstu árini havi eg siglt við Suðringi.  Nú er aldurin so mikið høgur, at framtíðarætlanir eru at taka ein dag, ein túr, ja, ein mánað í senn, hóast eg vóni at fáa nógvar mánaðir og ár afturat, sigur Svenning Kjærbæk brosandi.

Suðringur landaði 134 kør av blálongu og stinglaksi á Toftum í dag. Teir fara avstað aftur í kvøld.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina.

placeholder
placeholder