Uttanlands

Landa í Íslandi við sløktum ljósmotori

Fyrsta landstreymsanlegg til uppsjóvarskip tikið í brúk í Neskaupstaði

(Mynd: Sildarvinnslan / Smári Geirsson)

(Mynd: Sildarvinnslan / Smári Geirsson)

2021-09-08 17:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Íslandi er nú møguleiki hjá uppsjóvarskipum at landa fongin uttan at hava ljósmotorarnar í gongd.

Í Norðurfjarðarhöfn hava tey fingið landstreymsanlegg, og hóskvøldið var skipið Vilhelm Þorsteinsson tað fyrsta, sum knýtti seg í landstreymin, tá landað varð til Síldarvinnsluna.

- Hetta er eitt stórt fet framá fyri umhvørvið og okkum vitandi er hetta fyrstu ferð, at eitt fiskifar hevur fingið landstreym við so stórum mátti, skrivaði Sildarvinnslan á heimasíðu síni. 

Verksmiðjan hevur í longri tíð, heilt síðan 2013, arbeitt við at fáa hesa skipan, og tey nýggjastu skipini í flotanum, Vilhelm Þorsteinsson og Börkur eru eisini útgjørd at fáa orkuna úr landi. Arbeitt verður eisini við at seta hesa skipan í skipið Beiti.

Harvið fór øll landingin, bæði køling og pumping og annars øll streymnýtslan umborð, fram við grønari orku úr landi.

Roknað verður við, at 300.000 litrar av olju kunnu sparast árliga, tá øll skip, ið landa í Neskaupstaði, fáa streymin úr landi. 

[object Object](Mynd: Sildarvinnslan / Smári Geirsson)


placeholder
placeholder