Innanlands

Kjak um fiskivinnuskipan klokkan 19

Formenninir í politisku flokkunum kjakast í kvøld um fiskivinnunýskipanina

2018-08-15 16:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Allir formenninir í politisku flokkunum fara at kjakaast um fiskivinnunýskipanina, nú hon hevur verið í gildi síðani á nýggjárinum.

- Marknaðargrundað skipan. Fleiri aktørar inn í vinnuna. Útlendskur ognarskapur burtur. Uppboðssøla. Menningarkvotur. Hugtøkini hava verið nógv at hoyrt í kjakinum um ta fiskivinnunýskipan, ið kom í gildi á nýggjárinum. Men hvussu roynist so nýggja skipanin fyri okkara høvuðsvinnu? Hvørjir eru fyrimunirnir, og hvørjir eru vansarnir, nú skipanin hevur gott hálvt ár á baki? skrivar Norðlýsið.

Fiskivinnutingið er ein almennur fundur, har eisini áhoyrarnir fáa høvi at seta politikarunum spurningar. 

Luttakarar:
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og løgmaður
Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum
Poul Michelsen, formaður í Framsókn 

Orðstýrari er Jón Brian Hvidtfeldt

Fiskivinnutingið verður hildið í Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík mikukvøldið 15. august klokkan 19. Norðlýsið stroymir fundin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder