Innanlands

Katrin Jóhanna skal landa svartkjaft í Fuglafirði

Katrin Jóhanna er komin inn við 1.750 tonsum av svartkjafti

Katrin Jóhanna (Mynd: Sverri Egholm)

Katrin Jóhanna (Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-27 16:09 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna er komið á Havnina við 1.750 tonsum av svartkjafti, sum skulu landast í Fuglafirði.

Katrin Jóhanna hevur verð á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Skipið skal landa til Havsbrún í morgin, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder