2023-11-17 07:02
Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna skal landa sild til Pelagos í Fuglafirði.
Katrin Jóhanna hevur fiskað í íslenskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan. 1.100 tons, skal landast til Pelagos í Fuglafirði, og tá ið ligur er at landa, verður farið aftur á sildaveiðu í íslendskum sjógvi.
Skipini sigla mest sum pendulfart í løtuni millum sildafeltið og pelagisku virkini, av tí at skipini hava so góðan fiskiskap í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald