2024-09-20 21:38
Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna er komið inn við 300 tonsum av makreli.
Veiðan verður landað til Pelagos í Fuglafirði, og Katrin Jóhanna hevur fiskað makrel í norskum sjógvi hendan túrin.
Seinastu tíðina hava føroysku skipini havt góðan fiskiskap eftir makreli í norskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald