Innanlands

Katrin Jóhanna hevur landað í Skagen

Katrin Jóhanna hevur júst landað 1700 tons av svartkjafti í Skagen

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-06-01 21:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna hevur júst landað í Skagen.

Katrin Jóhanna hevur fiskað 1700 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi, sum teir hava landað til FF Skagen í Skagen.

Katrin Jóhanna hevur nú fiskað svartkjaftakvotuna, og hevur sett kós móti Føroyum, har ymsikt viðlíkahald skal gerast við skipið.

Upplýst verður, at Katrin Jóhanna helst fer at liggja í vágunum næstu tíðina, har arbeiði skal gerast, og síðan verður rigga til at fara á makrelveiðu. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder