2025-11-10 15:15
Katrin Jóhanna hevur seinastu dagarnar leitað eftir sild í íslendskum sjógvi, men fiskiskapurin er so smáligur, at skipið nú fer á svartkjaftaveiðu.
- Vit hava leitað eftir sild seinastu 12 dagarnar, men eingin sild er at finna í íslendskum sjógvi í løtuni, sigur Árni Dalsgaard, skipari.
Katrin Jóhanna fer nú at rigga til at fara á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Hóast fiskiskapurin eftir sild í íslendskum sjógvi er smáligur í løtuni eru tað framvegis nøkur føroysk skip, sum leita eftir sild.
Skipini, sum í løtuni eru í íslendskum sjógvi eru Norðborg, Ango, Høgaberg, Norðingur og Gøtunes.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald