Innanlands

Kappingareftirlitið: Ango og Varðin kunnu yvirtaka Eysturbúgvan og kvotur

Ango yvirtekur makrel og sildakvoturnar, meðan Varðin yvirtekur botnfiskaloyvir og gullaksakvotuna

Eysturbúgvin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eysturbúgvin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-13 17:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Reiðaríiðini Ango og Varðin kunnu yvirtaka virksemið hjá Vørustýggja, sum eigur Eysturbúgvan.

Tað skrivar Kappingareftirlitið á heimasíðu síni. 

Kappingareftirlitið hevur góðkent at Sp/f Ango yvirtekur veiðurættindi hjá P/f Vørustíggja at fiska 812 tons av makrel og 339 tons av sild.

[object Object]

Sp/f Ango rekur uppsjóvarskipið MS Ango - Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Kappingareftirlitið hevur góðkent at P/f Varðin, umvegis dótturfeløgini P/f Gulenni og P/f Skipafelagið 1, yvirtekur MS Eysturbúgvan við fiskidøgum og fiskiloyvi til gullaks frá P/f Vørustíggi.

[object Object]

P/f Gullenni eigur uppsjóvarskipið Tummas T, sum nú yvirtekur gulllaksakvotuna hjá Eysturbúgvanum - Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

P/f Gulenni, ið rekur uppsjóvarskipið Tummas T, yvirtekur gullaksakvotuna, meðan P/f Skipafelagið, ið rekur MS Heyk og MS Stelk, yvirtekur MS Eysturbúgvan við fiskidøgum til botntrol.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder