Innanlands

Kambur farin á sín fjórða túr

Hesaferð verður roynt undir Føroyum

Mortan Mortensen, skipari (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Mortan Mortensen, skipari (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-04-07 21:03 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit gjørdu ein góðan túr við Ísland, har vit fingu 270 tons á knappum 30 setum, so tað var í lagi. Fleiri dagar var veðrið vánaligt, so vit settu ikki altíð tað, vit ynsktu. Vit hava fiskað alla íslandskvotuna og fara nú avstað aftur; og hesaferð fara vit at royna við Føroyar.

Tað segði Mortan Mortensen, skipari, á frystilínuskipinum Kambi.

- Eg ætlaði avstað leygardagin, men tíbetur varð ætlanin broytt. Veðrið hevur verið stak vánaligt um páskirnar, so tað var gott at vera heima, segði hann.

- Vit mugu óivað royna undir Føroyum til endaliga avgerðin er tikin um kvoturnar á Flemish Cap og við Eysturgrønland. Vit vóna, tað verða eginkvotur; so vit sjálvir kunnu avgera, nær vit fiska tær, segði Mortan Mortensen.

Kambi, sum varð keyptur síðsta heyst, fór á sín fjórða túr í gjár. Teir eru væl nøgdir við skipið, og 16 mans eru við.

placeholder
placeholder