2023-06-27 08:59  
  
  Uppsjóvarskipið, Jupiter úr Kollafirði, hevur landað makrel í Fuglafirði.
Jupiter hevur fiskað makrel í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Hóast størsti parturin varð landaður til Pelagos fór ein lítil partur eisini til Havsbrún, har veiðan verður framleidd til fóður.
Jupiter fór aftur á makrelveiðu, tá ið skipið hevði landað.
 
  
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald