Innanlands

Jógvan á Lakjuni nýggur havnameistari hjá Klaksvíkar kommunu

Hann hevur seinastu 10 árini starvast sum havnafúti hjá Klaksvíkar Havn. Jógvan er útbúgvin skipsførari og hevur nógvar royndir frá m.a. føroysku fiskivinnuni

Jógvan hevur royndir sum havnafúti og byrjar í starvinum 1. august (Mynd: klaksvik.fo)

Jógvan hevur royndir sum havnafúti og byrjar í starvinum 1. august (Mynd: klaksvik.fo)

2023-07-21 14:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klaksvíkar kommuna boðar í dag frá, at ein nýggjur havnameistari er settur. 

Talan er um Jógvan á Lakjuni. Hann hevur seinastu 10 árini starvast sum havnafúti hjá Klaksvíkar Havn, og kennir hann tí væl til tørvin og kann fara til verka beinanvegin, skrivar klaksvik.fo.

Jógvan er útbúgvin skipsførari og hevur nógvar royndir frá føroysku fiskivinnuni, umframt at hann hevur royndir við eitt nú cruise vinnu og offshore vinnu.

Jógvan byrjar í starvinum 1. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder